Hvar liggur fyribyrgingin

Tað sær út til, at foreldur, lærarar, politikarar og samfelagið mangan missa tamarhald á viðurskiftum, har øll hesi síggja seg noydd til at kalla serkøn hjálparfólk at trína vøllin fyri, sum tey siga, at fyribyrgja.

?Sum árini ganga, verður havt undan, ilt er at blanda seg, skriðurnar leypa ein fyri og onnur eftir, moralurin viknar – hvat kemur tær við tað – og serkøn fáa meiri at gera.

Tosað hevur verið um, at tað er vánaligt, at Føroyar ikki hava somu rúsdrekkalóg, sum Danmark. Danmark er ídag komið í neyð, tí tey ið drekka, gerast alt yngri, og fyri at fáa frið í heimunum, vilja foreldur ikki nokta teimum hetta. Eisini er Danmark ringast fyri í Evropu, tá drekkimentan um ræður.

Danska orðið “ytringsfrihed – uttan ábyrgd”, hevur betri enn gott er, vunnið pláss her hjá okkum, har markleyst er, fyri hvat kann vera sagt og traðkað omaná.

Samfelagið hjá okkum og í londunum uttan um okkum hava “frælsar røðarapallar”, har ein og hvør sleppur at siga tað einum lystir, men hetta er avgjørt undir ábyrgd.

Virðismikla talu- og skrivifrælsi
Kristnu virðini verða í tíð og ótíð álopin av sokallaðu mentanini í Føroyum, traðkað verður á tey, fjølmiðlarnir standa ofta til reiðar at endurtaka hesi álop.

Lat meg gera greitt, at hóast vit sum eru persónliga trúgvandi kristin tola og eisini skulu tola hesi álop, so tænir hetta hvørki mentan, morali ella Føroya fólki til heiðurs.Hetta er heldur ein hóttan fyri moral, dygga mentan og positivan hugburð hjá uppvaksandi ættini.

At vit hava talu- og skrivifrælsi, er nakað, sum vit kanska ikki virða nóg høgt, men at hetta verður brúkt undir ábyrgd, er ikki bara umráðandi, men tænir okkum øllum.

Onkur hevur sagt, at “meðan fínu borðhaldini gerast alt fínari, gerst skemtið alt skitnari”. Hetta er mangan so, og eg haldi ikki hetta tænir nøkrum til heiðurs. Eisini hveppa mong seg – uttan at hesi eru tað, sum mangur kallar at vera sartur – við at fara til ymiskar veitslur.

Djúpir trupulleikar
Mangar stórar fyrimyndir á fótbóltsvøllinum hava alt meiri seinnu árini gjørt sær ómak fyri at finna ljót ókvamsorð, meðan hesi ávirkiligu børnini – kanska serliga dreingir – hugtiknir standa uttan um vøllin og hyggja at og lurta eftir.

Tá tey serkønu endiliga verða kallað til hjálpar, eftir at alt tamarhald er farið fyri bakka, er tað vanliga ov seint og skattaborgarin má gjalda gildið, men ringast er, at hesi og teirra avvarandi sleppa ikki undan størri trupulleikum.

Foreldur, politikarar, lærarar og myndugleikar missa í mongum førum tamarhaldið. Spurningurin verður tí um nøkur ár, um vinnist upp fyri aftur, ella at tað bara fer eftir breytini, og at politikarar soleiðis meiri verða lagdir undir trýst at játta pening til sokallaða fyribyrging, sum ikki er nøkur fyribyrging, men bert upptøka av djúpum trupulleikum, sum ikki vinnast á.