Flytingarvindeygað lat aftur klokkan 23 tann 31. januar. Dagin eftir settu fleiri av bløðunum í Ongland spurnartekin við ørskapin, sum endaði við, at Chelsea og Liverpool keyptu leikarar fyri yvir eina milliard tilsamans.
Chelsea og russiskar milliónir
Eigarin av Chelsea er ríkmaðurin Roman Abramovich, sum sambært fleiri miðlum er millum 50 tey ríkastu fólkini í heiminum. Hann brúkar sína oljupengar at fíggja virksemið í Chelsea. Tá hann keypti felagið í 2003 gjørdu hann eina ætlan, ið skuldi tryggja, at Chelsea skuldi kunna fíggja sítt virksemið við egnum pengum í 2010. Tað hevur ikki eydnast og hvørt ár hevur Chelsea eitt undirskot upp á yvir eina hálva milliard krónur. Undirskotið verður strikað hvørt ár av Roman Abramovich.
Í januar keypti Chelsea Fernando Torres frá Liverpool fyri 440 milliónir krónur. Teir keyptu eisini David Luiz fyri áleið 185 milliónir frá Benfica. Hesu bæði keypini eru bæði fíggjað av Roman Abramovich sjálvum.
Liverpool keypir stórt inn
Liverpool hevur keypt tveir dýrar dreingir í januar. Fyrst kom Luis Suarez fyri 200 milliónir krónur frá Ajax. Síðani kom heldur óvæntaða keypið av Newcastle framherjanum, Andy Carroll, fyri ikki minni enn 305 milliónir krónur. Tað merkir, at Liverpool hevur keypt fyri 505 milliónir krónur, men hvør fíggjar keypini?
Fyrst seldi Liverpool Ryan Babel til Hoffenheim í Týsklandi fyri góðar 50 milliónir krónur. Síðani var nógv umtalaða sølan var Fernando Torres, sum tryggjaði Liverpool 440 milliónir krónur. Tað gevur saman lagt 490 milliónir krónur. Tað gevur eitt netto nýtslu upp á 15 milliónir krónur. Sostatt er tað bara pengarnir hjá Roman Abramovich, ið Liverpool hevur brúkt víðari.
Aston Villa og Darren Bent
Nógv høvdu ilt við at skilja, at Aston Villa valdi at keypa Darren Bent frá Sunderland fyri 160 milliónir krónur. Prísurin kann fara heilt upp á 212 milliónir krónur, um Darren Bent og Aston Vila klára seg væl. Aston Villa eigarin er ríkmaðurin úr Amerika, Randy Lerner.