Hvar fóru Norðoyggjar?

Í onkrum telefonbókum, sum eru bornar út í Lorvík, mangla Norðoyggjar, men talan er ikki um gjøgnumgangandi mistak

 

Hvar fóru Norðoyggjar?

Soleiðis hevur onkur lorvíkingur helst spurt, tá hann fekk nýggju telefonbókina í hondina.

Í onkrum telefonbókum, sum eru bornar út í Lorvík, mangla Norðoyggjar, men sambært Teleforlagnum er hetta eingin gjøgnumgangandi trupulleiki í nýggju telefonbókini.

? Tá tú prentar 33.000 bøkur, sum skulu heftast, koma onkur mistøk fyri. Tað var tað eisini seinast, og tey sum fáa eina telefonbók, har feilur er í, kunnu fáa eina nýggja við at venda sær til telebúðirnar, sigur Jens Pauli Nolsøe á Teleforlagnum.

Seinast vóru 51 av 40.000 telefonbókum ikki, sum tær áttu at vera.

27.000 telefonbøkur verða komandi dagarnar bornar brúkarunum kring landið, og Teleforlagið noktar ikki fyri, at í onkrum bókum kunnu feilir verða við heftingini. Men fólk, sum fáa hesar bøkur, kunnu fáa nýggja.