Jólini eru langt síðani komin og hava bitið seg føst millum ælini og hvirlurnar og á glerinum. Tey, jólini, ælini eru alt árið, byrja fyrst í oktober. Tá brestur farskotið og kapprenningin byrjar. Ein kapprenning, sum fær maraton at líkjast einum spákingartúri hjá svøltandi pensionistum. Nú rennur annar hvør føroyingur maraton í øllum heimsins stórbýum. Men hvør einasti føroyingur er við í jólarenningini, eisini øll tey, sum ikki orka. Jólarenningin er so drúgv, so drúgv, at hon kann ikki mátast í kilometrum, men bara í døgum og vikum og mánaðum. Hon er bara fyri ironpeople, men kortini renna øll við. Renna, renna og renna.
Og fólk eru so sanniliga pøst, tá tey grulva á mál. Met verða tikin á hvørjum ári. Dýrari jólagávur, skreytiligari skreyt, fleiri, sum ikki eiga pengar at halda jól fyri í vælferðini, hóast tey hava tvær arbeiðaralønir um mánaðin, handilshillarnar bogna eina gjaldkortsbreidd afturat uttan at brotna, einglaljóðið hækkar fýra desibel, og hvar fanin bleiv Jesus av?
Rennið, rennið, jólini nærkast enn. Gloymið, at lønin fór niður í oktober, og keypið dýrari gávur. Ynskið tykkum eitt stoppur ella renniskógvar í jólagávu, tí jólaliðið rennur skjótari næsta ár.
Hjálpið bankunum og takið pengar út hvønn dag.
Nú hevur kirkjan langt síðani rænt jólini. Áðrenn hon varð uppfunnin, fagnaðu tey ókristnu og aðrir gudar ljósinum, sum kom aftur, við einum rimmar balli, sum vardi í nakrar dagar. Tað gjørdu ballini fyrr í tíðini. Nú hevur eingin stundir longur at ballast meira enn sjey tímar um vikuna. Eingin veit longur, hvussu himmalskt heiðið tað er at javna. Jólini nærkast í hvørjum alt árið.
Men nú halda vit jól, tí Jesus varð føddur. Tað var so heppið, at tað hendi júst á jólum, enntá mitt í einum manntali, sum kvinnurnar boykottaðu og gjørdu manngarð um boykottið. Tær fóru á soppin. Og Jesus taldi ikki við sum persónur 3.
Jólini eru langt síðani byrjað. J-dagur hevur verið og niðurteljingin byrjaði fyrst í oktober. Tá høvdu lýsingar um jólaborðhald longu leingi verið í bløðunum. Tað er hent at vera væl fyrireikað, so ikki alt skal gerast í síðstu løtu. So sum at keypa jólagávur. Eingin fer at keypa jólagávur jólaaftan, tá tað kann gerast alt árið.
Ljósið kemur á jólum, ljósið frá SEV. Gamla ljósið, sum er komið og farið síðani alheimurin varð uppfunnin, kemur eisini aftur, men tað er ikki sum at tendra eina kontakt. Tað er spariljós.
Nú sigur SEV, at vit skulu spara streym, so vit hava ráð til at gjalda príshækkingina, sum kemur, tí fólk spara streym. Setið ikki jólaljósini á standby, sløkkið tey heilt. Men takið nakrar myndir av teimum fyrst og festið tær í trøini og á vindskeiðirnar og í vindeyguni.
Jólagæsnar vita ikki, at teirra jóladagar eru taldir.
Og so knarra vit um, at jólaaftan er leygardagur og jóladagur sunnudagur. Arbeiðsgevarajól.
Jólini eru yvirtikin og doypt og fermd. Gud ræður, hvar vit drekka okkum skít næsta jólaaftan.
Ársins kulinariska lágmark, jólaborðhaldið, hevur verið. Tað kemur so ikki frá sendistovu Guds, men úr einum øðrum suvereniteti, sum hjá nógvum er næst himmiríki, Danmark.
Har eru sild og dunna klassikarar. Og har mogga fólk burtur í slíkum starvsfólkahugna.
Rennið, rennið, rennið, jólini eru ikki komin enn, ikki heilt. Men, sum sagt, tey nærkast, visti onkur at siga.










