Júst sum tey sonevndu gevaralondini hittast í Madrid at taka støðu til fíggjarliga hjálp til at endurbyggja Irak, hevur felagsskapurin Christian Aid reist spurningin, hvat er vorðið av pengunum, sum Irak hevur fingið fyri oljuna, sum landið hevur útflutt, síðani stýrið hjá Saddam Hussein fall.
Christian Aid hevur við upplýsingum úr Irak og ST roknað út, at Irak hevur útflutt olju fyri millum 25 og 32 milliardir krónur, síðani amerikanarar og bretar hersettu landið. Felagsskapurin sigur, at hóast amerikanarar og aðrir tosa um demokrati í Irak, veit eingin at siga, hvat er vorðið av pengunum. Christian Aid vísir eisini á, at sambært altjóða reglum eigur amerikanska umsitingin í Irak at greiða frá, hvat pengarnir eru nýttir til, men tað hevur hon ikki gjørt.
Felagsskapurin heldur, at gevaralondini eiga at krevja eina frágreiðing frá amerikanarum um, hvat er vorðið av pengunum, áðrenn tey ganga við til at fíggja arbeiðið at endurbyggja Irak.