Hvar eru okkara menn?

Símun á Høvdanum

Tað er ótrúligt at hoyra, at nú skulu almennir stovnar úr Norðoyggjum. Landið hevur brúkt milliónir uppá ein bygning í Klaksvík, fyri at gera Toll og Skattstovuna í Norðoyggjum tíðarhóskandi og so kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við einum pennastrokið bara flyta Toll og Skattstovuna úr Norðoyggjum til Gøtu. Ein kann spyrjað, hvar okkara menn eru í hesum málinum?, sita teir bert hendur í favn í Tórshavn og fáa sær sína feitu løn ella hvat gera teir?. Sjálvt stjórin í Toll og Skattstovuni í Føroyum Óli Heinesen kemur frá Klaksvík. Hevur landsstýrismaðurin als ikki spurt seg fyri hjá Toll og Skattstovuni í Føroyum, hvat er best fyri økið?
Í Norðoyggjum búgva meira enn 5000 túsund fólk og sigast skal, at sera fáir almennir stovnar eru í økinum. Ynskiligt hevði verið, at okkara menn, also teir, sum vit velja fjórða hvørt ár, at teir verja borg suðuri í Havn, vóru meira um seg og royndi at fáa meira norður til Norðoyggjar, men tað sær soleiðis út, at tá ið teir hava runda klakkin, eru teir líka sum aðrir politikkara í útjaðaranum. Rópa og skriva, men lítið og einki konkret kemur burturúr, men eitt krav man vera, at teir verja tað, sum vit hava arbeitt upp í økinum, gera teir ikki tað, so kunnu teir pakka saman og koma norðuraftur.