Hvar eru hinir ella hin flogvøllurin hjá føroyingum?

Ì áravís hevur Útvarpið í Havn júkað upp í saman um flogvøllin í Vágum, hvørja ferð tíðindi um flogvøllin ella flogferðslu eru á skránni.

Egin Henriksen

Tað løgna er, at tú hoyrir ongantíð sama stovn tosa um útvarpið í Havn, løgtingið í Havn, landsjúkrahúsið í Havn o.s.fr.  vælsagtans tí tað bert er eitt av slagnum. Fari tí at loyva mær at spyrja Útvarpið, hvar hinir vallirnir eru, ella hví flogvøllurin altíð skal nevnast flogvøllurin í Vágum ?
Gott summar.