Hvar eru hini beinini sum skulu bera hetta landið?

Tá eg hevði lisið Sosialin frá 13. mai bleiv eg fyrst illur síðani flenti eg, og so bleiv eg sorgarbundin. Í hesum tíðum tá so hart leikar á hjá nógvum skipum, kunnu vit saktans vera hasar niðrandi yvirskrivtirnar fyriuttan

Inni í blaðnum er ein búskaparfrøðingur sannførdur um, at tey skipini, sum ikki bera seg, skulu fara á húsagang.

Hetta er bara einí røðini, sum vit hava hoyrt úttala seg um fiskivinnuna. Tað er júst eitt ár síðan, at landsbankastjórin segði, at vit áttu at flutt fólk úr fiskivinnuni til tænastuvinnuna á landi. Vit fingu at vita, at um fiskivinnan lá still, hevði tað onga ávirkan á landið. Hetta siga vaksnir menn í ramasta álvara.

Klaksvík er í djúpari kreppu, hví man tað verða?

Ein nýtist ikki at vera búskaparfrøðingur fyri at svara.

Í Klaksvík sigla enn einir 9 stórir línubátar og nógvir útróðrabátar, sum umleið 250 menn eru knýttir at.

Øll hesi skipini høvdu verið betur fyri fíggjarliga, um tey ikki høvdu loyst frá landi í ár, tað er bara fakta, men um tað hevði verið betur fyri Klaksvíkina og Føroyar, ivist eg í.

Hvussu nógv heim og fólk annars, ið eru knýtt at hesum skipum kunnu, vit bara gita um, men tey eru nógv. Støðan hjá øllum húkaflotanum í restini av landinum er sjálvandi tann sama.

Boðini frá frá hesum búskaparmanninum eru, at alt sum ikki kan standa skal falla. Tað er heilt ófatiligt, at menn koma við slíkum úttalilsum í einum landi sum Føroyum. Hvussu hevði sæð út her, um vit ikki høvdu rætt hjálpandi hendur út, tá onkur er í kreppu, eg hugsi ikki bara um í fiskivinnuni, men tað tykist sum, at tá onkur á landi verður bjargaður, er tað í fínasta lagi.

Nú haldi eg eisini, at tíðin er komin har ti, at vit sum eru í fiskivinnuni fáa at vita, hvar øll hini beinini eru, sum skullu bera hetta landið, komið nú við uppskriftini, tí nú verða dangurnar kanska lagdar.