Hvar eru Føroyar - í einum styrktum, alsamt vaksandi, sameindum Evropa

Johan Dahl, løgtingsmaður

Íslandsavtalan
Eftir at hava sitið í seinastu viku á evnisdegi um ein nýggjan fríhandilssáttmála við Island, sum eftir míni fatan ikki gevur Føroyum neyðugu "fríhandilsligu" karmarnir at virka undir, men hinvegin gevur íslendskari vinnu frítt slag , tí hendan er nógv meira fjøltáttað enn okkara. Hetta tí vit - enn - einans hava fiskivinnuúrdráttir at útflyta og liva av, og tískil er tað hendan sum skal hava bestu marknaðartgongd. Eins og vit eisini eiga at fáa atgongd til at keypa rávøru frá londum sum Íslandi.
Hendan avtalan gevur okkum ikki hesar møguleikar, tí í upplegginum til avtalu heldur Ísland áhaldandi fram við at hava restriktiva atgongd til teirra fiskivinnu. Bæði á sjógvi á landið.
Sjálvandi skulu vit hava gott samband og samstarv við brøðratjóð okkara, men? Eg meti at vit hyggja skeivan veg - vit mugu hyggja meir móti Evropa og samstarvinum tann vegin.

ES- ráðstevnan hvar bleiv hon av?
Tosað hevur verið um at Løgmansskrivstovan skal skipa fyri eini ráðstevnu, sum skal kunna um tættari samstarv við EVROPA og møguleikarir í slíkum. Men enn er so onki hent, og vil eg mæla til, at vit skjótast fáa skipað fyri eini ráðstevnu, sum kann lýsað okkum fyrimunir og vansar við ES-samstarvið og møguligum ES-limaskapi og, hvussu Føroyar best kann mennast í slíkum samstarvið.
Fortreytirnar í samvinnu okkara við útheimin broytast støðugt, og tær stóru búskaparligu og handilspolitisku broytingarnar í londunum rundanum okkum seta føroyskum vinnulívi nýggjar og størri avbjóðingar.
Hendan gongin er partvís eitt úrslit av, at samansjóðingin i ES er víðkað, til at fevna um fleiri samfelagsøki og lond, so nú telist íbúgvaratalið í ES uml. 480 milliónir íbúgvar.
Sum eg havi nevnt í undanfarnum greinum um ES, so hava m.a. londini í Mið- og Eysturevropa, til tey gerast limir, gjørt samvinnuavtalur, sum bera í sær, at tey koma nærri ES búskaparliga og politiskt.
Hesar avtalur hava innliman sum mál uppá sikt. Vit mugu veruliga byrja at endurskoða okkara skipanir og hvat vit veruliga vilja í framtíðini, tí ES - tokið koyrir við fullari ferð, meðan vit standa á jarnbreytartøðini og bíða eftir tí "ongantíð komandi næsta tokinum " og harvið verða jarlagdir bæði vinnuliga og menningarliga.
Hyggið bert at Svøríki og Danmark. Hesi nærmastu grannalond okkara koma í næstu framtíð at brúka hópin av milliardum fyri at tryggja áhaldandi kappingarføri, útbúgvingarstøði og vinnuligir karmar.

Noreg og Ísland - EBS avtalu við ES
Noreg og Íslands hava t.d. við teirra EBS/EØS (Evropeiska Búskaparliga Samstarvi) avtalu fingið nógv tættari samvinnu við ES á nógvun týðandi økjum, og væntast kann, at báðir hesir grannar okra verða limir í ES innan heilt fá ár - ivaleyst 2-3 ár frá nú.
Hyggja vit eftir Íslandi so eru bankar og vinnulív aktivt farin inn við strateg-iskum íløgum bæði í Før-oyum og runt í Evropa og eystanlondum, -málrættaðir og við einari miðvísari ætlan um at gera seg galdandi í framtíðini.
Hvat gera vit - jú, - vit sova víðari.

Hvar eru Føroyar staddar í hesum høpi?
Vit er uttanfyri meginrákið í Evropeiska samstarvinum.
Vit eru, sum eg havi nevnt fyrr, hvørki við í EFTA ella EBS samstarvinum, og er hetta heldur ikki nøkur loysn nú, tí tíðin er um at fara frá hesum felagskapum.
Í verandi støðu eru okkara viðurskifti við ES skipað í eini handilsavtalu og eini fiskiveiðuavtalu.
Fyri onnur øki eru ongar avtalur millum Føroyar og ES.
Vit eru eftirbátur í handilspolitisku samansjóðing-ini í Evropa.
Tann handilsavtalan, sum vit hava í løtuni, hevur alt ov trongar karmar viðv. samskifti við ES, og møguleikarnir fyri gagnligari marknaðartilgongd í galdandi avtalu eru av-markaðir og ivaleyst fulltroyttir, og hon kemur ikki í longdini at nøkta tørvin hjá vinnuni.
Seinast hava vit nú frætt, at tann PAN Europeiska avtalan, sum eftir ætlan skuldi setast í verk tann 1 januar 2005, og sum skapar okkum nakað rúmari ræsur, enn vit hava havt, er útsett í fyrsta umfarið til 1.marts, og er hetta sera óheppið fyri okkara vinnu.
Betran av kappingarførinum og Marknaðaratgongdin í framtíðini er alt avgerandi fyri vinnu-lívið og eksistensgrundarlag okkara.
Tað at ynskja sær gagnligastu marknaðaratgongd til ES, uttan at hetta ber í sær grundleggjandi broytingar í viðurskiftum okkara við ES, er at stinga sær sjálvum blár í eyguni. Tí mugu vit eisini fáa tikið hetta álvarsmál upp til politiska viðgerð skjótast.
Kappingarføri okkara er eisini ein trupuleiki, sum vit saman við fakfeløgum og vinnuni eiga at tosað saman um, hvussu hesin trupuleiki kann loysast fólkinum, vinnuni og samfelagnum at gagnið.
Okkara framtíðarstøða - og samstarv v ið ES eigur at verða tikin upp í næstum, og kann byrja við, at ein rástevna verður fyriskipað av løgmansskrivstovuni.