Hvar er virðingin fyri fólkaræðinum?

SÁRINI í samgonguni eru lekt á hesum sinni. Hetta skuldi í hvussu er ?løgni? tíðindafundurin í Tinganesi í vikuni vátta. Tó at úttalilsini hjá tjóðveldistingmanni í blaðnum í dag ber boð um nakað heilt annað. Gjáramorgunin bedýraði Sjálvstýrisflokkurin, at hann hevur framvegis fult álit á samgongini og politiska setningi hennara, og flokkurin segði seg vóna, at floksfelagarnir gjørdu tað sama.

MEN tað er væl skilligt, at Sjálvstýrisflokkurin tók ákærurnar ímóti Helenu Dam á Neystabø upp á hægsta floksstigi. Hon er jú skuldsett fyri at lúgva tilvitað, eins og hon er skuldsett fyri at fyrireika tey mál, hon leggur fyri Tingið, út av lagi vánaliga. Málini hava verið tunn og piðað, skrivaði ein samgongufelagi hjá Sjálvstýrisflokkinum millum jólanna.


Og nakað er um tað, men hetta gloymdi Anfinn Kalsberg, løgmaður, tá hann eftirtíðindafundin mánadagin gav samgonguflokkunum av grovfílini fyri ikki at hava nakra floksdisiplin ella nakra veruliga organisatión.


ORSØKIN er hon, at landsstýrisflokkarnir fáa mál hjá samgonguni at viðgera, men at flokkarnir venda ikki aftur við nøkrum viðmerkingum ella broytingum til uppskotini hjá landsstýrinum. Tí verður landsstýrisflokkaviðgerðin í nevndunum. Í sambandi við pensjónsmálið í Trivnaðarnevndini.


MEN í hesum viðfangi skal verða viðmerkt, at løgmaður hevur ikki nóg stóra virðing fyri fólkaræðinum, tí tingið og tingnevndirnar eru ikki bara samgonguflokkarnir, men eisini andstøðuflokkarnir - og teir skulu eisini virðast. Somuleiðis skal viðgerðin í nevndunum - í hesum føri Trivnaðarnevndini - taka ta tíð, tað tekur at viðgera eitt mál.


SANNLEIKIN um alt pensjónsmálið er, at tað hevur haltað við fyrireikingunum frá byrjan. Sjálvandi skuldu sjálv pensjónslógin og lógin, sum ásetir pensjónsupphæddirnar, verið lagdar fram samstundis - tær hanga jú saman. Ella í øllum førum skuldi ásetingarlógin verið løgd fram á ólavsøku, sum landsstýrismaðurin lovaði, tá pensjónlógin varð viðgjørd síðsta vár. Men hon kom ikki Tingið fyrr enn síðst í november, og tá vóru ongar konsekvensútrokningar við. Tí kann ikki sigast annað, enn at málið var illa fyrireikað, og tað er skilligt, at formaðurin í Trivnaðarnevndini iðrar seg um, at hann í heila tikið lat málið verða skrumblað gjøgnum Tingið.


SAMGONGAN vil hava almenningin at halda, at hon hevur funnið stevið aftur - men ikki kann sigast, at landsstýrið ella Tingið liva upp til alt, sum varð sagt og lovað, tá nýggj stýrisskipanarlóg varð gjørd, og tingmenn fingu lønarhækkan.