FB-BÓLKUR: Eitt er tað, sum DMI sigur, og yr.no og íslendska veðurstovan eru onnur mið, men tað mest álítandi eru sjálvsagt fólkini á staðnum. Vit tosa um veðrið. Nú ber til at fáa frásagnir av staðnum frá einum nýggjum bólki á Facebook. Bólkurin eitur Hvar er gott veður í Føroyum í dag?, og meiningin er, at fólk skulu kunna spyrja og svara.
Í morgun bar millum annað til at lesa hesa frásøgnina:
Morning, eg vóni, at tit hava sól kring oyggjarnar. Her er pragtfult veður í Svínáum. Eg var so tíðliga á fótum her norðuri, so fyri ikki at vekja alt húskið, tók eg dýnuna við útum at balla meg, og liggja og durva í tí fríska og angandi summarlotinum.
Siðuna finnur tú her:
www.facebook.com/groups/429782857136874/
Mynd: Jens Kristian Vang