Hvar er tann fakliga vitanin í málinum um bústovnin í Pætursgøtu 3

Eftir at ein hevur lisið og hoyrt um bústovnin í Pæturgøtu 3, ivast ein í førleikanum hjá teimum, sum koma við tilmælinum frá Nærverkinum

Um ein kom við einum tilmæli um at flyta løgmansskrivstovuna í framsleiðsluhølið hjá Føroya Fiskavirking, tí har er pláss fyri tí, ella um ein kom við einum tilmæli um at lata neyt ganga í fólkaskúlanum, høvdu tey verði kveistrað burtur.

Hesi tilmæli høvdu yvirhøvur ikki verið viðgjørd. Tí tey eru ikki seriøs.

Líka lítið seriøst er tilmælið um at niðurleggja stovnin í Pætursgøtu 3 og lata búfólkini har búgva á stovni saman við evnaveikum fólki. Hvat hava fólk við Aspergers syndromi felags við evnaveikum fólki?

Onki.

Hettar vísir bert á manglandi fakliga vitan hjá teimum, sum eru komin við tilmælinum frá Nærverkinum. Har er tað onkur sum hevur uppiborið eina nøs. Ella eina sigar.

Eg eri ikki í móti sparingum og at trimma umsitingina, men lat allar broytingar byggja á fakliga undirbygdar grundgevingar, ikki bert fíggjarligar grundgevingar.

Lat endamálið við einari broyting verða eitt betri tilboð til brúkaran. Um ein so eisini kann spara pengar í hesari tilgongd, er tað ein vinn vinn støða.