Hvør er so veruleikin. Jóannes Ejdesgaard upplýsti fyri tinginum, sambært útvarpinum í kvøld, at talan er í 2007 um gott og væl 200 persónar, ið hava lænt yvir 200 milliónir til keyp av virðisbrøvum.
Hvar er trupulleikin? Her er neyvan talan um serliga nógvar vanligar familjum, ið eru komnar í órøri.
Ein skjót høvðurokning vísir, at hesir persónar hava lænt umleið 1 millión í part, so mest sannlíkt er her talan um persónar, ið hava nakað av peningi í rygginum og eru von at gera íløgur.
Eg havi sjálvur lænt nækrar túsund krónur til íløgur. Í mínum føri er als ikki talan um nakra vanlukku, sjálvt um kursirnir eru met lágir í løtuni. Hevur tú ikki møguleika at varðveita virðisbrøvini, um kursurin lækkar, skalt tú als ikki gera íløgur í slík. Hetta er vanlig abc fyri íleggjarar, og tey, ið ikki vita hetta, skulu als ikki nærkast íløgum yvirhøvur.
At onkur er komin í óføri, er helst onki at ivast í. Vit hava hoyrt um einar tríggjar stjórar, ið hava tikið nakað rívan til og hava verið noyddir at selja við tapi. Men hví skulu vit harmast teir? Teir áttu at vitað váðan við slíkum íløgum!
Og hvar er so skandalan fyri landskassan?
Rentur av slíkum lánum kunnu bert dragast frá í øðrum kapitalvinningi, og um tú ikki fært drigið alt frá í einum ári, so kunnu hesar rentur bert flytast fram í 5 ár í mun til onnur tap, ið ikki hava nakra avmarking í framflyting.
Tapið hjá landskassanum av hesum lánum er sostatt ógvuliga avmarkað.
Eg haldi tað vera rætt at loyva føroyingum at royna seg á virðisbrævamarknaðinum, hóast hesin í løtuni ikki er nakað serligur. Men hesin marknaður vil altíð hava viðgongd og mótgongd, og tað mega ábyrgdarfullir peningastovnar altíð hava fyri eygað, tá teir ráðgeva sínum viðskiftafólkum, ið hava hug at taka lán til íløgur. Peningastovnarnir taka eisini tapsábyrgd á seg, tá teir geva lán til slikar íløgur, so eg eri als ikki bangin fyri, at nøkur óráð verða tikin á hesum øki.
Tí haldi eg ikki, at landsstýrið skal broyta lógina á hesum øki nú. Verandi 5-ára firningarfreist fyri rentufrádráttinum ger, at tapið verður minst møguligt.
At føra fram, at hendan lógin kemur nógvum føroyskum familjum í óføri, er at skjóta langt yvir málið! Tølini talað fyri seg.
Eg eri uttanlands í løtuni og kenni hetta málið bert frá tíðindasendingini í útvarpinum í kvøld, so møguliga eru onkrir upplýsingar komnir fram, sum eg ikki kenni. Men eg haldi meg kenna viðurskiftini um hetta mál so mikið væl, at eg kann standa inni fyri tí, eg her havi ført fram.









