Finnur Helmsdal
løgtingsmaður
????
Blaðmaðurin Heini í Skorini viðgjørdi í hóskvøldsblaðnum hjá Sosialinum ein fyrispurning frá undirritaða til Hans Paula Strøm. Fyrispurningurin snúði seg um viðurskiftini hjá fyritíðarpensionistum.
Tað er bæði stuttligt og gleðiligt, at blaðmaðurin tekur slíkan tátt upp, tí tað man annars vera sum lundi á jólanátt, at okkara blaðfólk geva sær stundir til slíkt. Tað var tí eisini ein sjálvfylgja, at ein gav sær stundir at greiða blaðmanninum frá tí, málið snúði seg um.
Greinini - ella kanska rættari innihaldinum bagdi heldur einki. Blaðmaðurin skrivaði bæði frá undirritaða og landsstýrismanninum, júst sum slíkt skal gerast.
Tí var tað nokk so hugtungt at síggja yvirskriftina, blaðmaðurin hevði givið greinini. Opið stríð um pensionsveitingar. Um tað var tilvitað, veit undirritaði ikki, men tað eydnaðist til fulnar blaðmanninum at venda fokus frá sera viðkomandi og týdningarmikla innihaldinum til persónarnar, sum hava verið blandaðir í upp í nevnda fyrispurning.
Fyrispurningurin varð svaraður av landsstýrismanninum í tinginum mikudagin, og hóast menn ikki vóru fult samdir, so var ikki minsta tekin um nakað sum helst stríð. Spurningurin fekk eina góða og skikkaða viðgerð, og snúði ósemjan bara um allar minsta partin av fyrispurninginum. Annars vóru undirritaði, landsstýrismaðurin og Kristian Magnussen so at siga fult samdir. Samdir um, at tað er tvingandi neyðugt at endurskoða pensiónslógirnar og at fremja ávísar ábøtur og broytingar. Veit ikki hvørjum blaðmaðurin heldur yvirskriftin tænit. Kanska søluni, kanska tað, at hann aftur nú fær sett tjóðveldismann í samband við orðið stríð. Men eg skal heilsa og siga, at yvirskiriftin á ongan hátt tænir søk pensionistanna. Og eg ivist ikki eina løtu í, at landsstýrismaðurin er meira enn samdur við undirritaða í hesum.
Fari at heita á blaðmannin um fram haldandi at taka slík mál upp, men at gera tað við bata fyri eyga og ikki nøkrum øðrum keðiligum, sum eg ikki skal nevna her.










