Um skuldsetingarnar hjá Tobba eru rættar, er tað rætt, at Føroyar eru einasta demokratiska land í heiminum, ið hetta kann lata seg gera. Orsøkin til, at hetta hevur kunnað og kann lata seg gera í Føroyum er millum annað tann, at hesir báðir persónar hava ein parlamentariskan meiriluta aftan fyri seg á løgtingið, ið millum annað Tjóðveldisflokkurin og Tobbi sjálvur eru partar av.
Eg haldi, at Tobbi hevur skyldu til at greiða Føroya fólki frá, hví hann í ein stóran part av teimum seinastu 4-5 árini hevur verið partur av parlamentariska meirilutanum hjá løgmanni og framhaldandi er tað í skrivandi løtu, tá Tobbi sambært sær sjálvum er av tí fatan, at løgmaður hevur eina so kriminella fortíð, at hann ikki hevði kunna sitið í nakrari stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum.
Um nakað hald er í skuldsetingunum hjá tygum, Tobbi, átti tygum so ikki fyri langari tíð síðani at tikið tygara stuðul til løgmann aftur. Ella er tín hugburður kanska tann, at menn, ið tygum skíra fyri at hava eina so mikið kriminella fortíð, at teir ikki høvdu kunnað sitið í nakrari stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum, gott kunnu sleppa at stýra í Føroyum, so leingið tygum og Tjóðveldisflokkurin hava politiskan vinning av tí politikki, ið førdir verður.
Tobbi, hvar er moralurin?