Hvar er lykilin til framhaldslestur?

Hanus Samró, formaður í HUXA
-----

HUXA loyvir sær at biðja Mentamálaráðið leggja prógvini á borðið, so at føroysku næmingarnir síggja, hvørji prógv hava altjóða viðurkenning og ikki.
Føroyskir næmingar standa enn einaferð í villareiði, tí føroysku prógvini eru ikki viðurkend uttan fyri oyggjarnar. Dimmalætting hevði skelkandi grein í blaðnum dgf. 20. mei 2010, har ið tað millum annað stendur at lesa: “SIT útbúgvingin kann ikki brúkast til víðari lesnað, tí hon er ikki viðurkend av øðrum skúlamyndugleikum enn teimum føroysku... Teknisku skúlarnir í Føroyum hava hvør í sínum lagi avtalur við skúlar í Danmark.”
Haraftrat visti Dimmalætting um næming, ið fekk noktað framhaldslestur, tí at” vit ikki kunnu upptaka teg orsakað av vantandi førleikum av tí, at víðka tøknilig støðisútbúgvingin ikki gevur atgongd til víðari lesnað.”
Slík tíðindi eru tíverri gerandiskostur hjá føroyska ungdóminum, tí tað eru ikki meira enn nakrir mánaðir síðani, at næmingar á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna fingu at vita, at prógvið ikki var viðurkent.
Men um nakrar vikur standa vit aftur við nýklaktum næmingum, ið hava lokið miðnámsútbúgving. Prógvið er lykilin til framhaldslesnað, lykilin til víðari vitan. Tískil er tað ógvuliga óheppið, at føroyskir næmingar, ið hava prógvið uppiborið, ikki sleppa at halda fram, tí “útbúgvingin... er ikki viðurkend av øðrum skúlamyndugleikum enn teimum føroysku.”
Men hvat vilja vit við føroysku miðnámsskúlunum?
HUXA mælir ikki til eina kollvelting av føroysku miðnámsskúlaskipanini, men at Mentamálaráðið greiðir næmingunum frá, hvat tað er, teir fara í holt við. Vit krevja av myndugleikunum, at ungdómurin fær ta viðurkenning og virðing, at teir ikki standa sum kánus og fullkomiliga hjálparleysir, tá ið teir skulu søkja inn til framhaldslesnað, tí at skúlin ikki hevur avtalu við júst tann skúlan.
HUXA skjýtur tískil upp, at Mentamálaráðið fær neyðturviligu viðurkenningina til høldar. Vit eru tó tilvitað um, at tað er ein drúgv tilgongd, men í meðan vit bíða, krevur HUXA, at næmingarnir fáa at vita, hvørjar útbúgvingar eru altjóða viðurkendar og ikki.