Umframt at vera eitt sera viðkvæmt og kensluborið evni, er fosturtøka eisini eitt ógvuliga samansett og stórt álvarsmál, ið nemur við nógvar djúptøknar og grundleggjandi spurningar – persónligar eins væl og samfelagsligar. Sum oftast er tað á tí persónliga og kensluborna planinum, at kjakast verður, men í hesi greinini havi eg hug at vísa á samfelagsligar avleiðingar av fríari fosturtøku.
Samfelagslig árin
Hvønn týdning hevur frí fosturtøka fyri eitt land ella eina tjóð? Ofta eru vit so ómetaliga fokuserað uppá eina einstaka kensluborna hending – og tað eiga vit sjálvsagt eisini at vera – at vit gloyma at hyggja at heildini og hugsa um, hvussu samfelagsligi standurin kann verða nøkur ár inni í framtíðini.
Í vár og tíðliga í summar varð nógv tosað um, hvussu fólkatalið í flestu europisku londunum fer at minka heilt nógv í komandi árum. Eisini varð umrøtt, hvussu tey, sum nú koma upp í pensjónsaldur, munnu fara at klára seg fíggjarliga. Alt ov fá fólk í arbeiðsførum aldri eru at bera fíggjarligu byrðarnar í vælferðarsamfelagnum – her varð serliga hugsað um, at tey gomlu kundu fáa ein sømiligan aldurdóm.
Hvussu ber tað til, at støðan er, sum hon er, í so nógvum londum? Jú, við nógv betraðum livikorum, betri heiligvági o.s.fr. gerast tey eldru fleiri og fleiri, og tað er bara at fegnast um, men stóri trupulleikin er, at alt ov fá børn verða fødd. Grundirnar til tað eru ivaleyst fleiri, men frí fosturtøka er so heilt avgjørt ein av týdningarmiklastu faktorunum í hesum – um ikki tann mest týdningarmikli. Latið okkum hyggja at nøkrum ræðandi fosturtøkutølum úr Danmark.
Ræðandi donsk tøl
Hyggja vit at donsku fosturtøkutølunum, mugu vit ásanna, at tað er skelkandi lesnaður. Í Sundhetsstyrelsen árg. 11, nr. 11, 8. maj 2007 er ein hagtalslisti yvir fosturtøkur frá 1974 til 2006. Verða hesi tølini løgd saman við tølunum frá 2007 og 2008, har mett verður, at umleið 15000 fosturtøkur eru framdar um árið, fáa vit eitt tal, sum er 681.841 fosturtøkur síðani 1974. Loyva vit okkum so at meta um óskrásettar fosturtøkur tey síðstu 35 árini, munnu vit rættiliga skjótt koma upp á einar 700.000 fosturtøkur. (Tá eru tað tey, sum halda, at tað eru mangar ferðir fleiri).
Horvna milliónin
Draga vit 25 ár frá 2008, koma vit til 1983. Verða fosturtøkutølini frá árunum 1974-1983 løgd saman, síggja vit, at 240.514 fosturtøkur vórðu framdar hesi árini. Taka vit 90% av hesum 240.514 fosturtøkunum, fáa vit eitt tal áljóðandi 216.462. Siga vit, at hesi fostrini vóru vaksin fólk í dag, antin sum gift, sambúgvar ella annað, og at tey høvdu fingið 1,75 barn í miðal, vóru 189.404 fleiri børn fødd. Tað vil siga, at í Danmark eru 682.841 menniskju + 189.404 menniskju, sum tilsamans geva 831.245 menniskju, ikki til í dag. Hvør ein ræðandi hugsan.
Horvnu uml. 600.000
Nýta vit somu útrokniongar fyri Noreg eru meir enn 600.000 menniskju ikki til í dag. (kelda: Statisk sentralbyrå)
At hugsa sær, at nærum ein fimtipartur av donsku tjóðini ikki eksisterar í dag. Átti hetta ikki at fingið allar avvarðandi myndugleikar og alt Føroya fólk at vakna til álvara? Her er okkurt rívandi galið! Hvat hendir? Føroya fólkavaldu menn og kvinnur og Føroya fólk, eru tað hesar omanfyri nevndu tilstandir, vit ynskja okkum í Føroyum?
”Elt ikki altíð sum fyri er slóðað”
Síðstu árini hevur orðið, globalisering, aftur og aftur rungað í fjølmiðlaheiminum, og vit verða javnan mint á, at soleiðis ella soleiðis gera tey aðrastaðni! Vit mugu fylgja við! Vit eru eftirbátar! Á summum økjum er ivaleyst gott við broyting, men latið okkum í nevndu søk ikki gera, sum øll hini. Latið okkum vera vís og taka hesi kendu orðini til eftirtektar: “Elt ikki altíð sum fyri er slóðað!”. R. Effersøe
Vit føroyingar mugu ikki vera so fákunnugir at halda, at bróta vit náttúrulógirnar, at tað so ikki bítur okkum so dyggiliga aftur í halan. Hugsa vit um fiskivinnuna ella fuglatilfeingið, har vit og skil siga okkum, at verða grunnar og bjørg trároynd, og stovnarnir ikki longur burðardyggir, ja, so fær tað vanlukkuligar fylgjur. Sanniliga er tað eisini so, tá tað um menniskjalív umræður.
Latið ongan føroying halda, at tað ikki fær ómetaliga álvarsamar fylgjur, fara vit lætt um lívið hjá hvørjum einstøkum menniskja, tað veri nevnt fostur, barn, ung ella tilkomin.
Virðing og tó...
Eg havi størstu virðing fyri grannatjóðum okkara í surði og í eystan, men latið okkara lítlu føroysku tjóð ikki detta í somu grøv, sum tær, hvat fosturtøku viðvíkur. Soleiðis at vit ikki einaferð í árunum, sum liggja fyri framman, fara at spyrja: “Hvar eru horvnu børn okkara?”
Eitt, sum ikki kann reingjast, vendast ella dragast er, at ikki eitt einasta menniskja, ið er borið í henda heim, byrjaði lív sítt í 12., 18. ella 28. viku.
Latið okkum í ramasta álvara og umhugsni spyrja og taka til eftirtektar:
”Hvar eru teir 1.000.000 danskarnir?
”Hvar eru teir 600.000 normennirnir?
Latið okkum føroyingar ongantíð uppliva høvi at spyrja:
”Hvar eru teir horvnu føroyingarnir”
”Fram tí, frændur, latið forna megi
rudda breyt um fold og skeiðaslóð,
So skal gríma (lýsna) fyri nýggjum degi,
Nýggja øldin roynast okkum góð”
J. Pæturson.
Øllum verður ynskt eini hugnalig og góð jól, og eitt av Harranum signað nýggjár.
“Gud signi mítt føðiland Føroyar”.