Hvar er Birna kastað í havið?

Løgreglan í Íslandi arbeiðir við at finna út av, nær og hvar Birna Brjánsdóttur er kastað í havið, eftir at hon er vorðin dripin í reyða Kia bilinum.

Løgreglan í Íslandi arbeiðir við at finna út av, nær og hvar Birna Brjánsdóttur er kastað í havið, eftir at hon er vorðin dripin í reyða Kia bilinum.

 

At unga kvinnan er kastað í havnina á Hafnarfjørðinum og funnin aftur við Selvogsvita, er sambært løgregluni ikki serliga sannlíkt og næstan ómøguligt.

 

Sum viðhefta kort vísir, er ein møguleiki Óseyrarbrúgvin, sum eisini sæst á innsettu myndini. Men, tað er ógjørligt at siga nakað ítøkililgt um hetta í løtuni.

 

Tað er visir.is, sum eigur og hevur lagt viðheftu mynd út á sína heimasíðu í dag.

 

Heimasíðan skrivar, at løgreglan hevur útvegað sær upplýsingar um aldu, rák og vind á leiðini í tíðini, tá líkið av Birnu Brjánsdóttur kann hava verið í sjónum.

 

Grímur Grímsson, kanningarleiðari, sigur, at løgreglan hevur ymiskar teoriir um, hvør samanhangurin kann vera, men enn vil hann einki ítøkiligt siga um hetta.

 

Íslendska løgreglan hevur streym-og veðurserfrøðingar at hjálpa sær í arbeiðnum at greiða hesi viðurskifti.