Hóast flokkur hansara hevur virkað fyri, at peningur er tøkur til nógv tiltrongda útbygging av afturúrsiglda og forsømda tjóðarflogvølli okkara, áltjóða flogvøllinum í Vágum, setir hesin sjálvútnevndi »politiski formaður« Javnaðarfloksins seg í móti sínum egna flokki. Argumentið hevur hann kopierað frá forsprákarum í Havnar Frambursfelag, sum er lokalfelag Fólkafloksins í Havn.
Hvat vil hesin sonevndi »politiski formaður« Javnaðarfloksins, sum nú saman við Rás2, Sosialinum og fólkafloksmonnunum í Havn seta øll segl at steðga best møguligu útbyggingini av flogvallarviðurskiftunum í Føroyum fyri lítlar pengar?
John Johannessen hevur áður tikið undir við at útbyggja Vága Floghavn við 365 mill. Men nú serkunleikin mælir til at byggja út fyri 47 mill. aftrat, kann hann ikki taka undir við hesum orsakað av eini vindmáting á Glyvursnesi, ið verður liðug til várs. Hevur John Johannessen hugsað um, at henda upphædd bert er ein brøkpartur av, hvat flogvallaætlanin á Glyvursnesi kemur at kosta?
Hvussu hongur roknistykkið saman, tá ein heldur enn at nýta 47 mill. fyri at fáa bestu/bíligastu loysnina, heldur vil nýta smáar tvær milliardir (helst ov lágt mett) av skattaborgarans peningi til ein »supervøll« á Glyvursnesi?
Vit kenna avmarkingar sum eru í Vágum. Men tað, sum átti at verið ein fyrimunur, er nú vorðið ein forðing. Onki vita vit um, hvørjar avmarkingar eru á Glyvursnesi. Tað vita vit fyrst eftir, at vit hava brúkt milliardir og roynt okkum har í nøkur ár.
Í besta føri kann ein flogvøllur á Glyvursnesi blíva eitt sindur betri enn tann í Vágum. Men um vit nýta annars væl dámda fólkafloksútrykkið »cost benefit« skal ikki stórt matematiskt skil til at rokna út, at sera mong ár skulu til at rinda kostnaðin fyri fáu túrarnar, ið vit bara kanska fáa avgreitt fleiri, um super milliardavøllurin á Glyvursnesi í allar hepnasta føri kann liva upp til.
Siðvenja hevur verið í Føroya Javnaðarflokki, at hann politiskt stendur saman sum ein flokkur. Men soleiðis er ikki longur. Nú fara fleiri í sjálvdrátt fyri at tryggja sær sessin minst eitt valskeið aftrat, og so verður handlað hareftir. Flokkur og skil verður sett til viks, og populisman sett í hásæti. Soleiðis hóreiggja summir tinglimir sær í øllum førum.
Harra John Johannessen. Tú sum fyrr var talsmaður fyri skúlum, spælistøðum og øðrum og bleytum virðum, hvussu nógvar skúlar, spælistøð, ellisheim og barsilskrónur (til pápar) kunnu vit ikki fáa fyri kostnaðin at teimum fáu túrunum, ið bara kanska fáast fyri milliardirnar, ið tú og aðrir ætla at leggja út á Glyvursnes? Dugir tú ikki sjálvur at rokna, kann eg hjálpa tær eitt sindur. Fyri tvær milliardir kunnu vit fáa fimm av ætlaðu miðnámisskúlunum í Havn. Men tað ber sjálvandi eisini til at nýta peningin til at røkka øðrum endamálum, ið tú gjørdi teg til forsprákara fyri, tá vit hildu teg vera javnaðarmann.
Eitt er, at tinglimur hámetir egin áhugamál fram um floksins. Men tá hugsjónirnar mugu lúta, átti at verið ovboðið! Ella hevði John Johannessen heldur ongar hugsjónir? Hvat meinti hann við, tá hann í valstríðnum gjørdi seg til forsprákara hjá ungdómi okkara. Tá hann hann lovaði skúlar og spælistøð á hvørjum tanga. Tá hann lovaði best hugsandi umstøður í sambandi við bansburð og útnevndi seg sjálvan til verja pápanna.
Hvat ætla John Johannessen og hansara samansvornu at gera við Vága floghavn, tá snórurin til dreymalandið »Altjóða flogvøllin á Glyvursnesi« verður kliptur? Vænta teir, at teir (við lýsing við avsláttri í Sosialinum) kunnu seta Vága Floghavn til sølu og soleiðis fáa tær 365 milliónirnar aftur?