LÍKA síðani spurningurin um fullveldi kom fram í dagsins ljós hevur løgmaður havt eina greiða linju: hann hevur ikki viljað úttalað seg konsekvent um málið men hevur brúkt sera diplomatiskar vendingar. Áðrenn Hvítbókin kom vísti løgmaður á, at hann fór ikki at siga nakað um málið, fyrr enn Hvítbókin fyrilá. Síðani kom Hvítbókin, men løgmaður var framvegis fáorðaður. Hann vísti til, at tað ráddi um ikki at fastlæsa støðuna. Vending løgmans ?Breið semja? gjørdist til eitt hugtak. Og ein eigur kann eisini væl skilja løgmann, at hann hevur roynt at vera varin í hesum máli, tí tað er og verður hansara uppgáva at fáa ymsu sjónarmiðini sjóvað saman. Løgmaður hevur gjørt púra greitt, at hann fer ikki til Danmarkar at samráðast, um hann ikki frammanundan hevur fingið váttan frá flokkunum á tingi um, at talan er um eina breiða semju í málinum. Hetta merkir í veruleikanum, at løgmaður í hvussu er má hava Javnaðarflokkin við í eina semju. Her hevur løgmaður fingið at vita ferð eftir ferð frá formanni Javnaðarfloksins, at ein breið semja má vera innan fyri Ríkisfelagsskapin, nakað, sum Tjóðveldisflokkurin ikki vil hoyra talan um.
SPURNINGUR okkara til løgmann er: hvar bleiv tann breiða semjan av, sum m.a. tú skuldi rudda slóð fyri? Eru royndirnar miseydnaðar og er tað orsøkin til, at málið nú verður latið upp í hendurnar á Uttanlandsnevndini, har Tjóðveldisflokkurin eigur formannin? Um so er, at tað er rætt, sum er komið fram, at uppskotið landsstýrið fer í Uttanlandsnevndina við, avmarkar seg til at vera upprunaliga ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum, so má sigast, at løgmaður hevur givið skarvin yvir sum semingsmaður.
SPURNINGURIN í dag er kanska eisini tann, hvussu landsstýrið - fyri at fáa eina breiða semju - fær Javnaðarflokkin við. Kann tað hugsast, at løgmaður hevur innsæð, at tað er neyðugt at taka Javnaðarflokkin við í landsstýrið fyri har at tvinga hann til at vera við til at taka eina avgerð í hesum álvarsmáli. Og er tað so, at ónøgdin við leiklutin hjá Sjálvstýrisflokkinum í pensións- og sjúkrahúsmálinum er so stór, at løgmaður rætt og slætt ger av at skifta út Sjálvstýrisflokkin við Javnaðarflokkin? Rumbuli í hesum málum hevur avgjørt skatt fullveldissakina. Men kanska er upphavsmaðurin til hetta í veruleikanum fíggjarmálaráðharrin, sum vit sínum stívrenda fíggjarpolitikki hevur rakt við eitt sera eymt punkt hjá veljarunum.