Finnleif Guttesen
Tvøroyri
????????
Vanligi borgarin býr í kommunum, men eftir úttalilsini hjá Finni Helmsdal so búgva løgtingsfólk ikki í nakrari kommunu, og vita tí ikki, hvussu gomul, avlamin og pensjónistar hava tað í kommununum.
Tað er heilt ótrúligt at hoyra løgtingsfólk úttala seg um, at eldraøki hevur tað best úti hjá kommununum, nærumhvørvinum. Sovorðið tvass og vrøvl skal man leita leingi eftir, tí tað kann ikki vera tættari enn tað er ídag.
At blanda kommunalpolitikarar við sínum kenningarpolitikki og ógegni uppí hetta økið, verður ein parodi og gøla uttan líka.
Eingin vilji ella áhugi hjá løgtingsfólkum
Løgtingsfólk eru eisini vald av gomlum, avlamnum og pensjónistum, men teir vilja heldur síggja hælin enn tærnar á teimum , tá vali er av.
Veruleikin er, at løgtingsfólk búgva í kommununum og hava tí eisini, væl at merkja um vilji og áhugi er fyri tí, allar møguleikar fyri at kenna og gera umstøðurnar hjá gomlum og avlamnum góðar, við sínum løgtingsarbeiðið.