Hvannir úr Koltri til øl á Hvonn

- Hvanngarðurin var ein virðismikil føðikelda hjá húsarhaldinum, tá lítið annað grønmeti var til.

 

 

Í Koltri er sera væl staðsettur hvanngarður, og nú ger eitt av føroysku bryggjaríunum forvitnisligar royndir at bryggja øl við hvannsmakki. Tað er skeinkistaðið og matstovan Hvonn í høvuðstaðnum, sum stendur aftan fyri hesa verkætlan.

 

Á Facebook-síðuni - Koltur - verður víst á, at hvannir úr gamla hvanngarðinum Heimi í Húsi nú skulu seta sín dám á hvannøl á Hvonn. - Hvanngarðurin var ein virðismikil føðikelda hjá húsarhaldinum, tá lítið annað grønmeti var til, verður sagt.

 

##med2##

 

Lagt verður aftrat, at hvonn er sunnur og sera góður og vitaminríkur kostur. Gamalt er, at man ikki skal biðja sær hvannrót, tí tá trívist hon ikki. - Tú skalt “stjala” tær ein avleggara, tá tað ber til, verður lagt aftrat á Facebook-síðuni, Koltur.