71 hvalir gjørdist endaliga úrslitið frá dagsins fongi í Hvannasundi í dag. Men tað var í bara bara at fáa grindina til høldar. Tí máttu Hvannasundsfólk fara tvær ferðir í grind í dag.
Elmar Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi sigur, at tá ið fyrra grindin var fingin til høldar fór ein bátur til Klaksvíkar aftur og bar eyga við eina lítla grind aftrat.
- Helst er tað tí, at nakrir hvalir sluppu burturfrá fyrru ferð, tí tað var tjúkt í mjørka, illfýsi og sera ringt sýni, tá vit róku inn, sigur grindaformaðurin.
Tá klaksvíksbáturin bar eyga við seinnu grindina fór tey at reka inn og nakrir fáir hvalir aftrat løgdu beinini á Hvannasundi.
Les eisini: Øll í Hvannasunds Kommunu fáa grind í kvøld
Seðlarnir koma á midnátt, sigur Karl Johansen, sýslumaður.