Hvannasunds Kommuna rópar varskó

Um landsstýrismaðurin við vinnumálum ikki visti um viðurkiftini frammanundan, so kennir hann tey í hvussu er nú. Hvannasunds Kommuna hevur nevniliga verið á fundi í Vinnumálaráðnum fyri at upplýsa landsstýrismannin um hættisligu og lemjandi umstøðurnar í tunlunum á Borðoynni

Hvønn einasta dag noyðast tey, ið búgva norðanfyri tunlarnar á Borðoynni, at senda sítt dýrasta tilfeingi, børnini, gjøgnum tveir vandafullar tunlar.
Tað eru næmingarnir í framhaldsdeildini, ið hvønn skúladag fara til Klaksvíkar og norðuraftur við bussi.
Fyri ikki so langari tíð síðani kom eldur í bussin. Men tíbetur var hann ikki staddur í tunlunum, sum eru deyðsfellur.
- Vit orka ikki at hugsa um, hvat hevði hent, um bussurin var staddur í tunlinum við 50 børnum, sigur borgarstjórin í Hvannasundi, Júst Poulsen.
Hann sigur víðari, at kommunan hevur eitt lítið sløkkilið, men teimum vitandi er einki sløkkilið millum tunlarnar, og inni í tunlunum er eingin trygdarútgerð yvirhøvur.
Yvirlit hjá Landsverksfrøðinginum yvir ferðsluóhapp vísa, at flestu ferðsluóhapp á landsvegunum í Norðoyggjum henda á vegastrekkinum við tunlarnar.
 
 
Tunlarnir einasta farleið
 
Herfyri bóðu umboð fyri Hvannasund Kommunu landsstýrismannin um fund, har tey greiddu frá umstøðunum í samband við vegakervið, serstakliga við atliti til Norðoyatunnilin.
Tey vístu á, at tá undirsjóartunnilin verður tikin í brúk, fer ferðslan norðureftir nattúrliga at vaksa.
Norðanfyri tunlarnar búgva um 1000 fólk ella áleið 20 prosent av fólkinum í Norðoyggjum.
Høvuðsvinnan er útróður. Í økinum liggja tvey flakavirki. Tríggjar av seks sjógvalistøðum í Norðoyggjum liggja har, umframt tríggjar av fýra smoltstøðum á landi.
Allur fiskur verður koyrdur til Klaksvíkar við stórum lastbilum og
trailarum, fyri síðani at verða koyrdur norðuraftur til virkini. Tá fiskurin er hagreiddur, verður hann førdur aftur til Klaksvíkar við bili.
Nærum alt fóður til alistøðirnar verður koyrt við stórum trailarum og tangabilum.
Størsti parturin av mjólkarframleiðsluni í Norðoyggjum er í økinum norðanfyri tunlarnar.
Tað er sjálvsagt, at vinnuvirkini krevja nógva tænastu. Flestu tænastustovnarnir eru í Klaksvík, og elvir hetta eisini til nógva ferðslu gjøgnum tunlarnar.
Við øllum hesum í huga varð heitt á landsstýrismannin um skjótast
at bera so í bandi, at nýggjur tunnil ella tunlar verða gjørdir til bygdirnar norðanfyri.