Hvannasund og ikki Kunoyarnes


 

Í blaðnum leygardagin stóð, at illgruni var um ILA í einum alibrúki við Kunoyarnes. Hetta er komið skeivt fyri, tí talan er um eitt alibrúk hjá Faroe Salmon í Hvannasundi. Vit biðja lesaran um umbering fyri mistakið.

Annars sigur Jón Purkhús, stjóri í Faroe Salmon, at fellið ikki hevur verið so stórt um vikuskiftið, sum tað var í seinastu viku.

Hetta kundi bent á, at talan ikki er um ILA kortini. Enn ber tó einki til at siga við vissu. Úrslitið av royndunum verður væntandi kunngjørt mikudagin, og tá ber til at siga, um talan er um ILA.

Jón Purkhús vísir á, at tað var harður streymur og nógvur vindur inn á sundið í seinastu viku, og tað kann hava verið orsøkin til stóra fellið í tí eina ringinum. Ringurin verður framvegis viðgjørdur, sum um ILA var í honum, tí um so er skal smittan ikki fara víðari til hinar ringarnar í alibrúkinum.

Stjórin vísir framvegis á, at koppseting er einasta svarið uppá trupulleikarnar við ILA, og tað hevði tryggjað framtíðina hjá føroyskari aling.