Hvannasund hevur goldið fyri tunnilin

Absalon í Buð
---------

Fólkavaldi bygdaráðslimur, Niels Olaf Eyvindsson, kemur í Sosialinum við eini lodrættari lygn. Sbr.lóg frá apríl 1955 hava Hvannasunds og Klaksvíkar kommuna - eins og Hvalbiar- og Tvøroyar kommuna, goldið sín lógarásetta part av tunnlunum - gjørdir vóru í sekstiárunum.
Parturin hjá kommununum í Norðoyggjum var ca. 15% av samlaðu íløguni.
Rokningin til Hvannasunds kommunu var 1967, 220% av skattaálíkningini tað árið.
Tunellmálið verður ikki loyst við at kasta ósannindir eftir hvørjum øðrum.
Fakta er. Báðir partar, mugu liva við nøkrum óbrúkiligum bergholum.
Klaksvík - Norðtoftir, roynir at slúka 11-1200 akførum um døgnið.
Hvalba - Tvøroyri, roynir at slúka   6-700   akførum um døgnið.
Trupulleikin er at egocentrisku miðstaðarpolitikarnir skíta á trupulleikan.  Í teirra hugaheimi  er tað ein býur í Kina, at játta pening til slíkar verkætlanar.