Hvannaberg á veg til Danmarkar

Nýggi vágs rækjutrolarin er nú á veg til Skagen í Danmarkar til eftirlit, men um einar 14 dagar verður hann klárur at fara til fiskiskap. Skipið loysti úr Reykjavík um middagsleitið og skipari er Eyðun Johannesen úr Sandvík.

Nú er aftur ein rækjutrolari komin til Vágs. Tað eru Jákup Olsen, sum hevur keypt ein brúktan rækjutrolara úr Íslandi. Trolarin er yvirtikin, hevur fingið føroyskt flagg og er skrásettur í Vági. Hann eitur nú ?Hvannaberg?.

Jákup Olsen, sigur, at trolarin er keyptur fyri 14 milliónir frá einum felag í Íslandi, sum fór á húsagang. Men sjálvur hevur trolarin verið skrásettur á San Vincent. Hann hevur mest fiskað á Flemish Cap, men onkran túr hevur hann verið við Svalbarð. Tá ið íslendska felagið fór á húsagang, varð báturin lagdur í eitt norskt felag, haðani hann nú er keyptur til Vágs.

Hetta er ein 22 ára gamal bátur, sum á sinni varð bygdur í Noregi til Grønlands. Seinni er hann so aftur seldur íslendska felagnum.