Tað verður presturin í Norðstreymoyar prestagjaldi, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sum fær heiðurin at prædika í Havnar kirkju á ólavsøku, tá prestar, politikarar og embætisfólk ganga skrúðgongu í Havnar kirkju til gudstænastu, áðrenn Løgtingið verður sett ólavsøkudag klokkan 13.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað áður á ólavsøku, sum prædikar ólavsøkudag. Tað er nú sjey prestar, sum standa í røðini at prædika á fyrsta sinni á ólavsøku. Elstur av teimum í starvsaldri er bergtórur Hjelm Bjarkhamar.
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar tók við embætinum í Norðstreymoy tann 1. januar í 2011 og varð innsettur í kallið 30. januar 2011. Hann er sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við bústaði í Hvalvík.
Hann er ættaður úr Vági, giftur við Halldis Müller, ið er ættað úr Hvalba. Tey eiga børnini Femju, Aleksandur, Katarinu og Juliu.
– Vit ynskja Bergtóri gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag, skrivar Jógvan Fríðriksson, bispur, á folkakirkjan.fo.