Hvalvík: Fólk velja enn

Eins og í Hósvík, er tað í dag fólkaatkvøða í Hvalvík, har borgarar úr Hvalvík, Saksun og Streymnesi hava høvi at siga sína hugsan um ætlanirnar hjá kommununi at niðurleggja skúlan í bygdini.


Valluttøkan í Hósvík táttar í 80 prosent, men í Hvalvík hevur undirtøkan ikki verið eins góð. Gunnar Joensen, formaður í valstýrinum í Hvalvík, sigur at higartil liggur undirtøkan um 60 prosent.


- Vit hava fingið 13 brævatkvøður og so hava 203 verið og valt nú hálvi tími er til vit lata dyrnar aftur. Tað eru 366, ið hava atkvøðurætt til fólkaatkvøðuna, so tað er umleið 59 prosent, ið hava greitt atkvøðu higartil.


Líkindi er tó fyri, at talið veksur nakað áðrenn dyrnar lata aftur, tí tað er fyrst síðstu tímarnar, at ferð er komin á atkvøðugreiðsluna.


- Aftan á klokkan seytjan kom ferð á. Tá høvdu bara 79 fólk valt, men upp á ein tíma vaks tað til 136, og fólk koma enn, so eg vænti at talið veksur nakað. Vanliga hevur tað ikki verið nógv, ið koma síðsta hálva tíman, men í ár tykist at vera øðrvísi.


Annars væntar Gunnar Joensen, at úrslitið verður javnari í Hvalvík enn í Hósvík.


- Sum vit skilja tað, so vænta tey eitt ja til at varðveita skúlan í Hósvík. Her vænti eg tó, at tað verður javnari. Tað er ringt at spáa um endaliga úrslitið.