Ein 40 ára gomul kvinna, sum arbeiddi sum djóravenjari í amerikanska undirhaldsgarðinum Sea World í Florida, doyði, tá hon datt útí, júst sum hon var í ferð við eina framsýning saman við nøkrum bóghvítuhvalum.
Eitt eygnavitni hevur greitt løgregluni frá, at kvinnan datt úti, og at ein av hvalunum tók hana í kjaftin.
Sjónvarpið CNN sigur frá einum øðrum eygnavitni, at bóghvítuhvalurin toygdi seg upp eftir kvinnuni og tók hana við sær. Tá hjálparfólk fingu fatur á kvinnuni, var hon deyð.