Hvalspýggja hóttir toskin

Ein lítil hvalspýggja hóttir nú toskin kring Danmark. Hvalspíggjan er bert trígjar sentimetrar til støddar, og nú óttast granskarar, at hon nørist somikið nógv, at toskastovnurin verður hóttir. Hvaspýggjan varð fyrstu ferð sædd í Danmark í Limfjørðinum í fjørð, men nú er hon eisini at síggja í Eystursjónum við Bornholm. Júst hetta er gýtingarstað hjá oskinum, og tí fara granskarar nú at kanna, hvussu nógv er til hvalspýggjuni. Í 1980’unum týndi sama slag av hvalspýggju stovnin av ansjósum og brislingi í Svartahavinum. Hetta tí hvalspýggjan etur bæði plankton, sum fiskurin livir av, og rognini, sum skuldu tryggja framtíðina hjá stovninum.