Hvalirnir støðast við Føroyar

Grindahvalirnir, sum Nátt­úr­u­grip­a­savnið merkti í Vági fyri góðum mánaði síð­an, støðast væl eystur úr Føroyum. Har hava teir svom­ið aftur og fram í nakr­ar dagar, 90 fjórðingar eyst­ur úr Fugloynni.??

Dýpið er umleið 500 metr­ar, og hetta er inn móti land­grunn­i­num.??Teir hava helst funn­ið eitt gott mið, tá ið teir eru so støðufastir har, sigur lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen.??Hvørja føði teir hava funnið, veit hann ikki.??
Í morgun eru hvalirnir farn­ir á veg út aftur í Hetl­ands­renn­una á nakað djúp­ari vatn.??Bjarni Mikkelsen sig­ur annars, at óvanliga nógv­ir bóghvítuhvalur hev­ur verið millum oyggjarnar í ár.
Hann heitir inniliga á fólk, sum síggja bóghvítuhval ella annan hval, um at boða Nátt­úr­u­g­­ripa­s­avninum frá. Tað hevði eisini komið væl við, um fólk tóku myndir av hvalunum og sendu Nátt­úr­u­grip­a­savni­num ­tær.