Hvalirnir ringja heim

Hvørja ferð Jónhild, Katrina, Ísak og Mads Petur koma undan kavi, ringja teir heim til mammuna Dorete Bloch og fráboða, hvar teir eru. Í gjár spældu teir á Skeivabanka

Seinasti sendarin varð festir, hvalurin bleiv snaraður og skumpaður útaftur. Bátarnir, ið hildu vakt uttanfyri, sigldu nú innum. Og grindabólkurin varð síðan rikin til havs.

Klokkan nærkaðist fýra leygarmorgunin, og Dorete Bloch og hennara fólk kundu loksins taka sær av løttum. Útgerð og serfrøðingar vóru síðan sigld á Gomlurætt, og stutt eftir var stórt morgunmatarborð hjá hvalamammuni á Velbastað.


Ísak ikki ringt

Tað eydnaðist hvalafólkunum at festa sendarar á fýra hvalir. Ætlanin var at festa fimm sendarar, men tá tey kekkaðu sendararnar í saltvatni, vildi tann eini ikki makka rætt.

Hóast tað er meira enn nokk at hava sendarar á fýra hvalum, so er Dorete Bloch eitt sindur óttafull. Tey hava nevniliga mist sambandi við Ísak.

­ Sendarin virkaði á Sandvági, men síðan hava vit ikki frætt frá Ísakki. Og tað er okkum ein gáta, hvat honum kann vera hent, sigur Dorete Bloch.

Jónhild, Katrina og Mads Petur ringja heim við jøvnum millumbili. Tað er soleiðis, at hvalirnir ringja hvørja ferð teir koma undan kavi. Sendarin, ið er festur aftarlaga á horninum, ringir umvegis ein fylgissvein til ein móttakara í Toulouse í Fraklandi.

Á djórasavninum í Havn kann so Dorete Bloch fylgja hvussu hvalirnir ferðast. Positión teirra verður staðfest í telduskipanini, tá hvalurin hevur ringt og fingið samband tríggjar ferðir.

Tá vit fyrrapartin í gjár, høvdu hvalamammuna í telefonini, hevði Ísak enn ikki givið nakað lívstekin. Hinir tríggir hvalirnir vóru á leið í ein útnyrðing úr Skeivabanka.

Hvalirnir eru navngivnir eftir fólkunum, ið hava havt við verkætlanina at gera.


Gjørdu landgongd

Av teimum 80 hvalunum, ið ein metti vóru í bólkinum, gjørdi á leið ein triðingur landgongd í ósanum báðumegin har Stórá rennur á sjógv í Sandavági. Og nú var rokan í fjøruni. Grindamenn og hvalagranskarar arbeiddu hvørt um annað av øllum alvi.

Hvalirnir máttu vendast og skumpast útaftur. Og Dorete og hennara fólk noyddust leggja sínar útvaldu á liðina, bora ígjøgnum hornið og festa sendararnar. So hvørt teir vórðu avgreiddir, vórðu teir sleptir.

­ Tað gekst ómetaliga væl. Og grindamenn, hjálparfólk og øll, ið hava hjálpt til, eiga stóra tøkk uppiborna. Ikki bara fyri hesa einu ferðina, men fyri allar tær mongu ferðirnar, grind hevur verið, sigur Dorete Bloch, sum nú fer í summarfrí.

Hon kann kortini ikki heilt kopla frá, tí ymsastaðni í Norðuratlantshavi ferðast fýra hvalir, ið hon hevur ábyrgdina av. Og teir skulu treyðugt enda í einum grindadrápi.

­ Hvar eg enn ferðist, so havi eg telduna við. Og eingin grind verður hildin til, fyrr enn eg veit, hvar Ísak, Mads Petur, Jónhild og Katrina eru, sigur hvalamamman.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.