Hvalirnir í Sundalagnum eru illa fyri

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, heldur, at kanska stendur tann eini hvalurin til at bjarga

- Tað er illa statt við avgustunum, sum eru vilstir inn í Sundalagið.

 

Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, sum er í Sundalagnum beint nú.

 

Upprunaliga vóru teir fýra í tali, men tann eini er farin í nátt, helst til havs.

 

Av teimum trimum, sum eftir eru, er ein deyður og ein liggur fastur í fjørðuni.

 

Tann triði fór við streyminum og fekk ein harðan stoyt, tá ið hann rakti eina brúgvastúttu mitt í sundinum, áðrenn hann fór suðurum.

 

Tað er skilligt, at hann hevur fingið skaða, tí hann bløðir, men óvist er, hvusu álvarsligur skaðin er.

 

Bjarni Mikkelsen hevur ikki góðar vónir um, at tað eydnast at bjarga nøkrum av avgustunum.

 

- Tann einasti, sum tað eftir mínum tykki eru líkindi fyri at bjarga, er tann særdi hvalurin sunnanfyri brúnna.

 

- Men tað veldst um, hvussu illa meiðslaður hann er, og tað veldst eisini um tað ber til at fáa onkrar smærri bátar á staðið og um tað eydnast teimum at reka hann út aftur.

 

Hinvegin hevur hann at kalla ongar vónir um at bjarga tí hvalinum, sum liggur fastur í fjørðuni.

 

- Hann vigar eini 30 tons, so tað skal nógv til at fáa hann leysan. Tað skal eisini gerast við størsta varsemi. Tað er ikki bara at seta á sveivina og draga hann útfrá, tí hann er so tungur, at so verður ryggurin slitin úr honum.

 

Sostatt er ringt at siga, hvussu tað skal bera til at bjarga honum, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Myndina tók Ingi Sørensen

 

Sí fleiri myndir hjá Inga Sørensen við at TRÝSTA HER