Hvalirnir framvegis millum oyggjarnar

Nú ber til á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum at fylgja hvalunum, sum merktir vórðu í Vági týsdagin.

Í mikudagin og í gjár var tann lítla grindin í Sundalagnum, sum kortið eisini vísir.

Morgunin eftir merkingina var grindin komin í Nólsoyarfjørð, og annan dagin eftir hevði hon svomið norður í Sundalagið.

Endamálið við merkingini er at kanna ferðing og útbreiðslu, umframt kavingarmynstur, hjá grindahvali. Náttúrugripasavnið hevur ynski um at fylgja grindahvalinum minst eitt hálvt ár, men higartil hava sendararnir vart væl styttri. Tvær broytingar eru gjørdar hesaferð: tríggir sendarar frá øðrum framleiðara verða nýttir og tríggir av gomlu sendaranum hava fingið broytt sniðið, soleiðis at antenna ikki er sjónlig. Tríggir av sendaranum máta kavingarmynstur hjá hvalunum.