Hvalirnir eru á Sandoyarbankanum

Merkta grindin hevur seinastu dagarnar ferðast millum oyggjarnar.

Sunnudagin vóru hvalirnir inni á Skálafjørðinum, og so fór lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen á Føroya Náttúrugripasavni og fekk fólk at hjálpa sær at reka grindina út av fjørðinum.

Grindin steðgaði upp við Saltnesgrynnuna, men tað eydnaðist at fáa teir út um. Teir eru tó ikki farnir so langt enn.

Umleið klokkan hálvgum átta í morgun vóru hvalirnir staddir á Sandoyarbanka, umleið 50 fjórðingar eystur úr Sandoynni.