- Tað er stuttligt at síggja hvalirnar standa og grinda innan fyri aliringarnar á Vágsfirði.
Tað sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni.
Grindin, sum funnin varð í morgun, taldi bara einar 25 hvalir, og í staðin fyri at halda grindini til, valdi sýslumaðurin at lata Føroya Náttúrugripasavn fáa grindina at merkja.
- Tað hevur stóran týdning, at vit stuðla tí vísindaliga arbeiðinum, sigur Jaspur Vang.
Lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen er saman við øðrum starvsfólkum á Náttúrugripasavninum á veg til Suðuroyar við Smyrli, og so skjótt sum tey eru komin til Vágs, verða nakrir hvalir drignir upp á land, har sendari verður settur á teir.
Síðani verða teir sleptir út aftur, og Føroya Náttúrugripasavn fer tá at kunna fylgja við, hvussu hvalirnir ferðast.
Mynd: Torkil Strøm