Hvalir gjørdu landgongd

82 bóghvítuhvalir gjørdu landgongd á einari strond á teirri syðru oynni í Ný Sælandi í morgun. Myndugleikarnir siga, at 10 hvalir vóru deyðír, tá fólk kom á staðið. Roynt verður at fáa hinar 72 aftur á sjógvin, men sagt verður, at tann uppgávan er ikki løtt. Umleið 100 fólk stoyta sjógv á hvalirnar, so teir ikki torna.

Tað er ikki óvanligt, at bóghvítuhvalir koma upp á land í Ný Sælandi. Í januar doyðu 24 bóghvítuhvalir, tá teir gjørdu landgongd á teirri norðaru oynni.

Hesir hvalirnir eru tað mest vanliga hvalaslagið á hesum leiðum, og teir kunnu verða upp í einar seks metrar til longdar.