Hvalbingur omandottin

Leygardagin datt 69 ára gamli Sigvald Hentze oman í Norðbergi í Hvalba, tá hann var farin burtur í haga at hyggja at seyði

69 ára gamli Sigvald Hentze úr Hvalba er ikki funnin enn, men staðfest er, at hann er dottin oman av ovaru rás í Norðbergi, har hann hevur verið seyðamaður í langa tíð.
Løgreglan og onnur, sum hava leitað, hava funnið nógv greið tekin, sum benda á, at maðurin er farin útav. Leitað hevur síðani verið við gummibáti eftir manninum, men onki funnið.
Sigvald var seinast sæddur í Hvalba leygardagin um 15 tíðina, tá hann segði fyri einari kvinnu, at hann ætlaði sær ein túr burtur í haga. Ein nátaveitsla var seinni sama kvøld í Hvalba, og har skuldi hann havt verið við. Men hann kom ongantíð vegin fram.
Hetta hugsaðu fólk sum so ikki nógv um, men ein, ið regluliga plagdi at vitja Sigvald, fór fram við hjá honum mánakvøldið. Tá var eitt vindeygað opið í húsinum, men ongin maður at finna. Síðani varð leitað í bygdini, og um midnáttarleitið fekk løgreglan fráboðan um, at maðurin var horvin.

Greið tekin
29 mans frá løgregluni og Suðuroyar-norðara bjargingarfelag fóru beinanvegin út at leita. Leitað varð fyrst har, ið maðurin vanliga plagdi at ganga. Síðani var farið úr eystara enda í haganum og heilt vestur í Norðberg. Tveir menn fóru so til gongu eftir rásini, og á ovaru rás í Norðbergi funnu teir stavin hjá manninum. Og tá byrjaði illgrunin, um at maðurin møguliga var farin útav, at spíra.
Farið varð eisini at leita við tyrlu. Og tá varð annar stylvin og aðrir lutir hjá manninum funnin niðast á tromini, haðani 100 metrar eru beint niður á sjógv.
Síðani fóru sjey mans niður á tromina og har sóu teir merkir í vøllinum, sum kundu bent á, at onkur er farin omanav.
? Útfrá øllum hesum upplýsingunum og at stóra leitingin onki úrslit hevur givið, hava vit staðfest, at maðurin allarhelst hevur gingið eftir ovaru rás í Norðbergi og dottin oman og ikki steðgaður aftur. Men vit fáa okkum illa at trúgva, at tað hevur verið av ósketni, at hann er dottin, tí har er gott at ganga, og hann hevur gingið har alt sítt lív. So tað kundi verið, at hann er vorðin illa fyri á ein ella annan hátt og farin útav, sigur sýslumaðurin á Tvøroyri.
Leitað hevur sum sagt verið á sjógvi eftir manninum, men týskvøldið um hálvgum sjey tíðina varð hendan leitingin steðgað.