2. jólakvøld plagar nógv fólk at vera í býnum og í nátt var einki undantak. Veðrið var stak gott og løgreglan sigur, at bæði í Klaksvík og í Havn var heilt nógv fólk í býnum, ja, sum á Ólavsøku.
Tey hava tó verið heilt friðarlig. Løgreglan var sjónlig í býnum og vakthavandi á løgreglustøðini heldur, at tað, at nakað av eitt sindur eldri fólki eisini var í býnum, kanska hevur sissað fólk nakað. Ongar fráboðanir um harðskap komu úr høvuðsstaðnum ella Klaksvík, ei heldur er nakar tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Ein fráboðan um harðskap kom tó úr Vági. Ein hvalbingur, vilstur suður um, hevur boðað løgregluni frá, at hann var álopin har suðuri. Løgreglan fer at kanna málið nærri í dag og gera avhoyringar, tá fólk hava sovið rúsin av sær, og síðani verður støða tikin til, hvat skal henda víðari.










