Hvalbingar vilja sleppa undan at hava seyð malandi ímillum húsini í bygdini um veturin.
Í kvøld var valfundur í Hvalba, har valevnini greiddu fundarfólkinum frá, hvørji mál tey høvdu sett sær fyri at fremja, verða tey vald í nýggja bygdaráðið.
Men sum fráleið fór fundurin meststum at snúgva seg um vetrarfriðing burturav.
Onkrir av áhoyrarunum førdu rætt og slætt fram, at tey eru troytt av seyðalorti allastaðni um veturin, og at urtagarðarnir ikki fáa frið. Tí vilja tey hava sóknina vetrarfriðaða fyri seyð
Og av teimum 12 valevnunum, ið sótu við pallborðið, søgdu tey trý valevnini, at tey eru beinleiðis ímóti at vetrarfriða Hvalba og Sandvík fyri seyð.
Eitt av valevnunum staðfesti, at seyður hoyrir heima í Hvalba, men tað gera tulipanur og liljur ikki, og okkurt annað valevni helt, at øll stikini, sum skulu setast upp, misprýða so illa, at so er frægari at hava seyðin í bygdini.
Summi valevni søgdu, at um sóknin skal vetrarfriðast, ella ikki, valdast, hvat tað kostar.
Og tað varð upplýst, at tað kostar einar fimm milliónir at vetrarfriða báðar bygdirnar í sóknini, Hvalba og Sandvík.
Umframt vetrarfriðing leggja nógv valevni stóran dent á at bøta um umstøðurnar á havnarlagnum, at tryggja kommununi reint vatn og at bøta um barnaansingina - og ungdómshús er eisini skránni hjá summum av valevnunum.










