Eini 30 hvalbingar liggja veðurfastir í Lítlu Dímun. Teir sleppa ikki av oynni fyrr enn í morgin
Í morgun fóru hvalbingar út í Lítlu Dímun við Johonnu, sum skuldi koma eftir teimum aftur nú seinnapartin. Men har er ov ókyrt, at sluppin hevur avlýst og avrátt við menninar at koma eftir teimum aftur í morgin.
Men teir 30 menninir hava tað gott, í Lítlu Dímun eru tvey hús, og teir hava bæði mat og drekka.










