Verður øll Suðuroy løgd saman í eina kommuna, eiga hvalbingar ikki at verða tvingaðir til at avlevera alla sína uppsparing í ein felags kommunukassa.
Tað heldur Tvøroyrar Býráð.
À fundi í gjárkvøldið umrøddi býráðið spurningin um kommunusamanlegging og har endurtók býráðið samtyktina um, at Suðuroy skal leggja saman í eina kommunu.
Og býráðið heldur, at tað skal ongantíð vera ov skjótt, at øll Suðuroy verður lagt saman í eina kommunu.
Ein kommununa, sum hevur aftrað seg við at leggja saman, er Hvalbiar Kommuna. Otto West, borgarstjóri, segði í samrøðu við Sosialin fyrr í vikuni, at Hvalbiar Kommuna eigur eini 10 milliónir á bók.
Og hann góðtekur undir ongum umstøðum, at hvalbingar uttan víðari bara skulu avlevera hesa upphæddina til hinar kommunurnar í Suðuroy, har tað mesta av honum hevði farið til skuld hjá hinum kommununum, sum flest allar skylda heilt fitt av pengum, serliga tær báðar størstu kommunurnar, Vágur og Tvøroyri.
- Vit skulu ikki brúka at til at betala skuldina hjá øðrum kommunum við, staðfesti Otto West.
Tí kundi hann undir ongum umstøðum góðtaka at fara undir eina samanlegging nú við teirri treyt, at lok verður fyribils lagt á kommunukassarnar og at kommunurnar, hvør í sínum lagi, ikki binda seg til nýggjar íløgur.
- Pengarnir, sum Hvalbiar Kommuna eigur, skal koma sóknarfólkinum til góðar, segði hann.
Hann nevndi møguleikan fyri at gera skúlan tipp-topp, ella fyri at gera bátahyl ella okkurt annað. Hinvegin heldur hann ikki, at tey skulu gera íløgur, sum fara at føra leypandi rakstrarútreiðslur við sær.
Ongin forðing
Hendan spurningin varð eisini til umrøðu á býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið.
Og niðurstøðan í býráðnum er, at tey skilja støðuna hjá hvalbingar, men tey halda ikki, at hetta eigur at verða ein forðing fyri samanlegging.
Hóast øll Suðuroy leggur saman í eina kommunu, eigur tað at bera til at hava eina skiftistíð, har peningurin, sum Hvalbiar kommuna eigur á bók, verður brúktur so at hann kemur sóknarfólkinum til góðar og ikki verður lagdur í felagskassan hjá eini stórkommunu.
- Hava hvalbingar hug at brúka peningin til ymisk endamál í kommununi, eiga vit at finna útvegir fyri tí, so at hvalbingar sleppa at hava peningin, hóast allar kommunurnar verða lagdar saman, er niðurstøðan í Tvøroyrar Býráði.
- Tað eigur ikki at forða fyri eini samanlegging, samtykti býráðið í gjárkvøldið.
Les eisini greinina: Samanlegging í Suðuroy má bíða til eftir nýggjár.