Hvalbingar seta heilsuna á skránna

Týskvøldið verður alment heilsutiltak í skúlanum í Hvalba Týskvøldið skipar skúlin í Hvalba fyri heilsutiltaki.

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri slíkum tiltaki í Hvalba. Fyrru ferð var fyri tveimum árum síðani, tá ið rúsevni vóru til umrøðu og har var heilt nógv fólk og lurtaði.

Hesuferð fara tey at tosa um týdningin av at vit røra økkum.

Tiltakið er alment og har fer Magni Mohr, ítróttargranskari og fysiologur, at tosa um kropsliga venjing á resept.

Aftan á fyrilesturin ber til at seta spurningar og kvøldið verður rundað av við onkrum heilsugóðum ábiti.

Tiltakið er alment og lærararnir vóna, at nógv fólk kemur at lurta.

Skuldi rørslutarnað havt hug at komið, at tað ongin forðing longur, tí nú hevur skúlin í Hvalba eisini fingið betri atkomuviðurskifti fyri rørslutarnað.

-áki-

MYND AV SKÙLANUM Í HVALBA

Næsta týskvøld verður skúlin í Hvalba karmurin um ein áhugaverdsan fyrilestur um kropsliga venjing. Tiltakið er alment