Bygdaráðsval
Levi Niclasen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalba í fýra ár afturat.
Tað varð greitt eftir fund í nývalda bygdaráðnum í Hvalba mánakvøldið.
Á fundinum varð skotið upp at Levi Niclasen skuldi halda fram sum borgarstjóri og tað var einmælt samtykt.
Sostatt er tað fyrstu ferð í langsamiliga tíð, at bygdaráðið í Hvalba er samt um at velja borgarstjóra.
Men tað var ikki heilt av tilvild, at alt bygdaráðið samdust um borgarstjóra.
Frammanundan bygdaráðsfundinum, høvdu allir teir nývaldu bygdaráðslimirnir fund, har tey samdust um at skipa bygdaráðið í sátt og semju.
Annars fekk listi A, sum er listin hjá borgarstjóranum fýra, av teimum sjey bygdaráðslimunum og kundi sostatt skipa bygdaráðið einsamallur.
Men tað varð gjørt av at royna eina semju og tað eydnaðist. Sostatt fær eisini listi B sína ávirkan á kommunupolitikkin í Hvalba tey næstu fýra árini.
Eitt nú verður Magni Bertholdsen á lista B varaborgarstjóri tey næstu fýra árini.
Annars hevur bygdaráðið í Hvalba gjørt av at skipa eina nevnd afturat og tað er ein vega- og havnanevnd. Soleiðis eru mál, sum viðvíkja vegum og Havnum tikin úr teknisku nevnd og løgd í eina serstaka vega- og havnanevnd.
Í fíggjarnevndini er Levi Niclasen formaður, í teknisku nevnd verður Trygvi Midjord á lista B, formaður, í trivnaðarnevndini er Otto West á lista A, formaður og í nýstovnaðu havnanevndini er Niels Jacob Thomsen á lista A, formaður.
Asfalt og bátahylur
Tað, sum bygdaráðið í Hvalba fer at leggja dent á tey komandu árini, er at asfaltera vegirnir í kommununi lidnar, tí teir eru rættiliga illa farnir, serliga summastaðni í Hvalba.
Somuleiðis er ætlanin at gera ein nýggjan bátahyl innanfyri flakavirkið. Hann er mettur at kosta ímillum 3 og 4 milliónir.
Annars eru tveir bátahylar í Hvalba frammanundan, men Levi Niclasen sigur, at veruleikin er, at teir eru ikki nóg góðir og har fáa bátar ikki ligið um veuturin.