Fyri eini løtu síðani mistu tey í Hvalba, í Nesi í Hvalba, og Sandvík, streymin. Sev sigur, at ein feilur er á linjuni, men at tey vænta ikki, at streymslitið verður drúgt. Um ein hálvan tíma, ella umleið klokkan 14.45. skuldi streymurin verið aftur, sigur Sev.