Grindin, sum legði beinini í Hvalba í gjárkvøldið varð fingin upp á bryggjuna og har varð hon merkt.
Merktir eru 36 hvalir og teir verða skiftir til Hvalbiar Sókn, sigur sýslumaðurin, Jaspur Vang.
Enn er ikki heilt greitt, nær seðlarnir koma út.
Annars var ætlanin ikki, at hendan grindin skuldi drepast. Hon var lítil og tí fekk Náttúrugripasavnið hana í boðið at merkja.
Tað gekk eisini væl at merkja, men tá ið sendararnir vóru settir á hana, vildi hon ikki út aftur, hvussu hvalbingar so enn royndu.
Og tá ið tað fjaraði, endaði hon heilt uppi á turrum, soleiðis sum myndin vísir.
Tá ið grindin er merkt, er hon friðað. Náttúrugripasavnið leggur stóran dent á at sleppa at merkja grind, tí mett verður, at tað hevur stóran, vísindaligan týdning.
Av tí sama vóru myndugleikarnir í Havn trekir at geva hvalbingar loyvi at avlíva hvalirnar, hóast teir lógu uppi á turrum.
Men seint í gjárkvøldið varð niðurstøðan kortini tann, at hvalirnir máttu avlívast og tá vórðu allir skornir á háls.