Hvalbingar í Lítlu Dímun

Hvalbingar eru ?í Oynni? og reka í dag, og øll kunnu fylgja við, hvussu tað gongur Klokkan seks í morgun fóru hvalbingar við bátum úr Hvalba og út í Lítlu Dímun ella ?Oynna?, sum teir siga.

41 fólk eru við í Lítlu Dímun í dag, tey siga, at raksturin hevur gingist væl. Sum nakað heilt nýtt verður heimasíðan hjá oynni dagførd við nýggjum myndum allan dagin. Menninir í oynni senda myndir umvegis fartelefonina til heimasíðuna, so kunnu fólk á landi fylgja við rakstrinum.

Í fjør var á fyrsta sinni roynt við uppboðssølu umvegis heimasíðuna. Tað eydnaðist sera væl og verður aftur gjørt í ár.

Tey, sum hava hug at fylgja við hvalbingum í Lítlu Dímun, kunnu gera tað á

www.litladimun.com