Bygdaráðið hevur viðgjørt ætlanina á fundi hósvkøldið, men kom ikki til nakra veruliga niðurstøðu.
Kommunan skal svara fyri 18. juli og tað hildu teir vera alt ov stutt skotbrá.
Annars staðfesti bygdaráðið, at tað gjørdi neyvan mun, hvat Hvalbingar søgdu.
Bygdaráðslimirnir vóru samdir um, at á kommunala økinum í Suðuroy er størsti trupulleikin, at tær báðar stóru kommunurnar í oynni,Vágur og Tvøroyri, duga so illa at tosa saman.
Fyrsta treytin fyri at fáa eina semju í oynni er, at tær báar kommunurnar fáast at tosa saman, men tað hevur víst seg at vera ómøguligt, staðfesta hvalbingar.
- Tað er støðan hjá teimum báðum stóru kommununum, sum verður avgerandi, tí hvat tær minnu kommunurnar siga, munar neyvan nakað, halda bygdaráðslimirnir í Hvalba.
Hinvegin vilja hvalbingar hava, at kommunurnar í Suðuroy tosa saman um støðuna.
Annars saknaðu teir meiri kunning um ætlanina við samanlegging. Í hesum sambandi sóknaðust teir eftir teirri fólksligu tilgongdina, sum vera skuldi, har landsstýrið skuldi ferðast kring landið at upplýsa og greiða frá.
Í vár varð sagt, at hendan fólksliga tilgongdin av alt avgerðandi, men nú er hon fullkomiliga slept.
Tí veit ongin í veruleikanum, hvat tey skulu leggja saman til og nógvir spurningar eru ósvaraðir.
Ójavnt
Ein spurningur, sum nívur bygdaráðslimur í Hvalba illa, er fíggjarliga støðan hjá kommununum.
Tvøroyri og Vágur hava átikið sær stóra skuld, men Hvalba, og aðrar kommunur, eru skuldarfríar og tí er ójavnin stórur.
Og avleiðingin verður, at verður Suðuroy løgd saman í eina kommunu fer hon at fáa sera stóra skuld at dragast við í nógv ár.
Hetta merkir, at borgarar í Hvalbiar kommuna verða noyddir at átaka sær at rinda skuldina, sum vágbingar og tvørafólk hava átikið sær og tað dámar hvalbingum illa.
Myndina av Hvalba hevur Erik Christensen tikið.
Les eisini greinina: Ridlar undir semjuni










