Í summar fara hvalbingar at heiðra ein av sínum kendastu vinnulívismonnum.
- Tað gera vit, tá ið vit í summar fara at reisa ein minnisvarða yvir Jens Norðberg, sum legði grundina undir tað nýmótans vinnulív, sum nú er í Hvalba, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri.
Í dag er Hvalba ein av fremstu vinnulívsbygdum í landinum, í hvussu so er eftir fólkatalinum. Tað er serliga í trolaradrift, at hvalbingar hava gjørt vart við seg, bæði við trolarum, sum altíð hava talst ímillum teir bestu í landinum til fiskiskap, umframt við trolvirki og fiskavirki.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið, tí fara vit bara 40 ár aftur í tíðina, var at kalla steindeytt í Hvalba
Tá vóru kolaminurnar at kalla einasta arbeiðspláss í landinum og har arbeiddu bara einir fimm mans, Men harumframt var eisini eitt lítið fiskavirki, har einir tveir mans flaktu og saltaðu fisk. Harafturat vóru tríggir stórur deksbátar, onkrir smærri deksbátar og nakrir opnir bátar í bygdini, sum róðu út.
Men so fekk hvalbingurin, Jens Norðberg eina framtíðarhugsan um at skapa arbeiði í bygdini.
Í hesum sambandi tók hann seinast í sjeytiárunum stig til at byggja flakavirki í bygdini. Tað varð veruleiki, og nøkur ár seinni tóku hann, og aðrir, eisini stig til at fáa trolarar til bygdina, fyrst Niels Paula í 1983, og tvey ár seinni, eisini Steintór.
Samstundis tóku somu menn eisini stig til at seta trolvirkið, Bergið, á stovn.
Alt hetta skapti arbeiði til øll tey, sum vildu arbeiða og síðani er lagst afturat við trolarum, soleiðis, at hvalbingar nú eru kendir sum fremstu trolaramenn í landinum.
Og nú hevur bygdaráðið einmælt samtykt at reisa minnisvarða yvir mannin, sum legði grundina til alt hetta, slóðbrótaran, Jens Norðberg. Tað er myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, sum er farin í holt við at gera eina bringumynd av gamla vinnulívsmanninum í Hvalba, og hon verður liðug nú í summar.
Borgarstjórin sigur, at bringumyndin verður sett á Skúlastykkið mitt í bygdini.









